Í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2020


Bókin Loftar tú mær?, sum Rakel Helmsdal bæði hevur skrivað og evnað myndir til, er í uppskoti til ta stóru Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2020. Saman við 14 øðrum verkum úr øllum Norðurlondum er henda bókin vald, tí hon verður mett at hava serliga skaldsliga og listaliga dygd. Hetta kunngjørdi Norðurlandaráðið fyri løtu síðan, og í grundgevingini sigur dómsnevndin m.a. soleiðis:

 

“Rakel Helmsdal setir í myndabókini Loftar tú mær? orð og myndir á eitt evni, sum tað kann vera trupult at tosa um. Huglagið er syrgið, men samstundis eisini lívsjáttandi, av tí at bókin lýsir deyðan sum ein natúrligan og óvikiligan part av lívinum – ein part, sum ikki bara tey vaksnu, men eisini børnini uppliva. Júst samspælið millum tekst og orð gevur frásøgnini eina serliga dýpd og bjóðar bæði barninum og tí vaksna lesaranum av. Serliga mátin, sum myndirnar spæla við ljós og myrkur, og teir mongu margtýddu smálutirnir gera, at teksturin víðkast, og at lesarin upplivir eina kenslu av nærveru. Við hesi myndabókini hevur Rakel Helmsdal ikki bara gjørt eitt stórt avrik sum rithøvundur, men eisini sum myndprýðari.”

Øll grundgevingin kann lesast á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum: https://www.norden.org/da/nominerede/rakel-helmsdal

 

Bókadeildin fegnast um, at bókin í ár er í uppskoti til tvær stórar norðurlendskar virðislønir, ta hjá Útnorðurráðnum og nú eisini til virðislønina hjá Norðurlandaráðnum.

Virðislønarhandanin hjá Norðurlandaráðnum verður send í Kringvarpinum týsdagin 27. oktober kl. 20.10.

 

 

Loftar tú mær? er ein hjartanemandi søga um trý systkin, sum syrgja langommu sína. Aftan á døgurða verða tey send út í garðin, lítlibeiggi situr uppi í trænum, meðan systirin spælir við dreka og stóribeiggi situr á brunninum og hugsar. Øllum trimum leingist eftir langommuni, sum nú ikki er til meira. Tey uppliva sorgina á hvør sín hátt, og lesarin fylgir sjónarhorninum hjá øllum trimum børnum.

 



Mynd av rithøvundi © Gwenaël Akira Helmsdal Carré



Aftur