Bókin er ein grafisk ungdómsskaldsøga, sum við orðum og myndum lýsir forfylging av jødum úr sjónarhorninum hjá einari ungari jødiskari gentu í Fraklandi. Gentan, sum eitur Sara, krógvar seg, tá nasistarnir koma eftir teimum jødisku børnunum í skúlanum. Ein floksfelagi, Julien, og familja hansara hjálpa henni at krógva seg í eini hoyløðu í meira enn eitt ár. Kríggið og nasistisku hermenninir eru ein áhaldandi og verulig hóttan, men mitt í øllum tí óunniliga er eisini vón. Sara og Julien gerast góð. Bókin er en ógloymandi søga um ljósið í myrkrinum, um ómetaligt dirvi, vinalag og kærleika. Hetta er ótrúliga søgan um lívið hjá ommu Julian, sum vit kenna úr bókini Undur.

Virðislønti rithøvundurin R.J. Palacio hevur skrivað og myndprýtt bókina. Ása H. Ellefsen týddi úr enskum. Bókin er heft, 220 síður og til tey, sum eru umleið 11 ár og eldri.



Aftur