Jørundur og drekin

Bókin er eitt vakurt og inniligt ævintýr, sum Ulf Stark hevur skrivað við íblástri frá eini svenskari søgu og standmynd. Anna Høglund hevur myndprýtt bókina.

Áðrenn pápi Jørund doyr, gevur hann honum eini ráð: lurta eftir hjartanum og ger tað, ið tað ræður tær til. Við hesum ráðnum fer Jørundur út í verðina at leita eftir sínari dreymaprinsessu. Ein dagin finnur hann hana, men í ríki hennara ræður ein óndur dreki, sum hvønn mánað etur eina ungmoy, og nú eigur prinsessan tørn. Kongurin hevur lovað tí, sum eydnast at drepa drekann, alt, hann eigur.

Bókin hóskar væl til upplestur.

Laura Joensen týddi bókina úr svenskum. Bókin er innbundin, 78 síður og til tey umleið 7-10 ára gomlu.



Aftur