Eta gras

Bókin er ein fitt, stuttlig og nemandi søga um smágentuna Imani Lillian Mau, sum dugir alt. At klintra ovast upp í trø, telja upp í hundrað og eitt og fara eftir vatni hinumegin fjallið. Onki kann steðga henni. Í landinum, har Imani býr, er viðhvørt turkur, og viðhvørt regnar tað alt ov illa. Tí vaksa maisini ikki altíð so væl, og tá Imani ein dagin er svong, roynir hon at eta gras eins og geitirnar. Ein av grannunum í bygdini roynir at lumpa hini at keypa snild tól frá sær til at fanga regnskýggj, tá tað er turkur, og sólstrálur, tá tað er regnflóð. Ein dagin ákærir hann Imani fyri at hava stolið frá sær, men tað angrar hann skjótt.

Bókin viðger trupul evni á ein spælandi hátt og úr sjónarhorninum hjá einum barni.

Rithøvundurin Sami Said, sum er úr Eritrea og Svøríki, hevur skrivað bókina. Skaldsøga hansara Människan är den vackraste staden var í 2019 í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, og í tí sambandi vitjaði rithøvundurin í Føroyum á Bókadøgum. Svenski myndprýðarin og rithøvundurin Sven Nordqvist, sum vit eitt nú kenna frá bókunum um Mammu Mu og Pettson og Findus, hevur myndprýtt bókina.

Sanna Andrassdóttir Dahl týddi bókina úr svenskum. Bókin er innbundin, 24 síður og til tey umleið 3-6 ára gomlu.



Aftur