Nýggjar bøkur til børn og ung

Nýggjar bøkur til børn og ung eru komnar út á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Ein stuttlig pappbók til tey smæstu, ein nemandi myndabók eftir Sami Said, sum vitjaði á Bókadøgum í fjør, eitt inniligt ævintýr og ein grafisk skaldsøga um at vera ung undir seinna heimsbardaga.

 

Hvalurin fer í bað

Ein stór og fitt pappbók um hvalin, sum fer í bað. Tað er so herligt! Men so vilja øll hini djórini eisini sleppa í bað, og at enda verður tað alt ov trongt í baðikarinum. Susanne Strasser skrivaði og myndprýddi. Bókin er 22 síður, og til tey umleið 0-2 ára gomlu.

 

Eta gras

Ein fitt, stuttlig og nemandi søga um smágentuna Imani, sum býr í einum landi, har tað viðhvørt regnar alt ov illa og viðhvørt er turkur. Ein av grannunum roynir at lumpa hini í bygdini at keypa snild tól frá sær til at fanga regnskýggj, tá tað er turkur, og sólstrálur, tá tað er regnflóð. Sami Said skrivaði, og Sven Nordqvist myndprýddi. Sanna Andrassdóttir Dahl týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 24 síður og til tey umleið 3-6 ára gomlu.

 

Jørundur og drekin

Eitt inniligt ævintýr eftir Ulf Stark og við myndum eftir Annu Høglund. Áðrenn pápi Jørund doyr, gevur hann honum eini ráð: lurta eftir hjartanum og ger tað, ið tað ræður tær til. Við hesum ráðnum fer Jørundur út í verðina at leita eftir sínari dreymaprinsessu. Ein dagin finnur hann hana, men í ríki hennara ræður ein óndur dreki, sum hvønn mánað etur eina ungmoy, og nú eigur prinsessan tørn. Laura Joensen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 78 síður og til tey umleið 7-10 ára gomlu.

 

Hvíti fuglur

Í hesi grafisku skaldsøguni hoyra vit ótrúligu søguna um lívið hjá ommu Julian, ið sum ung genta krógvaði seg fyri nasistunum undir seinna heimsbardaga í Fraklandi. Ein søga um ljósið í myrkrinum, um ómetaligt dirvi, vinalag og kærleika. Rithøvundurin R.J. Palacio, sum skrivaði bókina Undur, hevur skrivað og myndprýtt. Ása H. Ellefsen týddi úr enskum. Bókin er heft, 220 síður og til tey, sum eru umleið 11 ár og eldri.



Aftur