Høgni verður ein høsnarungi

Høgni kann gerast ein høsnarungi, men ikki bara tað, hann kann gerast til øll møgulig sløg av dýrum. Tað einasta, sum skal til, er, at hann stúrir fyri onkrum. Og Høgni hevur nógv at stúra fyri, so tað er als ikki so heppið at broytast til eitt dýr, áðrenn tú veitst av!

Sam Copeland hevur skrivað hesa stuttligu barnabókina, sum er í uppskoti á Waterstone til bestu barnabók 2020.

Tórarinn á Rípuni hevur týtt til føroyskt. Bókin er 260 bls. og heft.



Aftur