Vilt tú vera við í Míni jólabók 2020?

 

Hevur tú eina søgu til Mína jólabók 2020? Ella vilt tú kanska myndprýða søgur í bókini?

 

Mín jólabók er komin út síðan 1950, og hon er á hvørjum ári millum best seldu bøkur í Føroyum. Í bókini eru upprunaføroyskar søgur og myndprýðingar, einstakar týðingar og jólaítriv. Málbólkurin er 7-10 ára gomul børn.

Søgur: Vit seta ikki treytir til innihaldið, uttan tað at tað er hóskandi til aldursbólkin. Støddin á tekstinum er ikki so fastlæst, men helst ikki meiri enn 10.000 eindir, tá ið alt er íroknað.

Myndprýðingar: Send okkum myndatilfar við telduposti at meta um. Síðani er møguleiki fyri, at tú fært søgur at myndprýða.

Bæði royndir og óroyndir rithøvundar og myndprýðarar eru vælkomnir at senda okkum tilfar. Samsýning verður latin fyri tilfar, sum kemur við í bókina.

Freistin at lata tilfar er 20. apríl. Send tilfar til ritstjórnina á teldupost: turid@bfl.fo



Aftur