Holocaust í nýggjum ungdómsbókum

Holocaust er eitt evni, sum altíð fer at vera viðkomandi hjá ungum fólki at lesa um. Hvør einasta bók víðkar okkara fatan av tí, sum fór fram – tað kann vera eitt nýtt sjónarhorn, ein smálutur ella einstaklingur, sum broytti alt, eitt ljós í myrkrinum ella ein rødd, sum ongantíð varð hoyrd. Við sjónarhornunum hjá børnum og ungum geva bøkurnar okkum nýggjar mátar at hugsa, undrast og seta spurningar til fortíðina og okkara egnu samtíð. 

 

Hvíti fuglur – kemur í mars

Hvíti fuglur er ein grafisk ungdómsskaldsøga, sum við orðum og myndum lýsir forfylging av jødum úr sjónarhorninum hjá einari ungari jødiskari gentu í Fraklandi. Gentan, sum eitur Sara, krógvar seg, tá nasistarnir koma eftir teimum jødisku børnunum í skúlanum. Ein floksfelagi, Julien, og familja hansara hjálpa henni at krógva seg í eini hoyløðu í meira enn eitt ár. Kríggið og nasistisku hermenninir eru ein áhaldandi og verulig hóttan, men mitt í øllum tí óunniliga er eisini vón. Sara og Julien gerast góð. Bókin er en ógloymandi søga um ljósið í myrkrinum, um ómetaligt dirvi, vinalag og kærleika. Virðislønti rithøvundurin R. J. Palacio, sum skrivaði bókina Undur, hevur skrivað og myndprýtt. Ása H. Ellefsen týddi.

 

Drongurin í stríputum náttklæðum

Skaldsøgan eftir John Boyne kom út í 2006, men er longu blivin ein klassikari. Tað serliga við hesi skaldsøguni er, at hon lýsir hendingarnar úr barnsliga sjónarhorninum hjá einum dreingi, sum ikki skilir ræðuleikarnar, sum ganga fyri seg rundan um hann. Hann er sonur ein nasistiskan herovasta og flytur við familju síni úr Berlin til eini hús, sum eru beint við eina legu, har pápin arbeiðir. Drongurin veit ikki, hvat hetta er fyri eitt stað, hann leingist bara heim aftur til Berlin. Men so hittir hann Shmuel hinumegin eitt hegn, og teir báðir gerast bestu vinir. Søgan er bæði vøkur og ófrættakend, og við myndunum hjá Oliver Jeffers gerst tað enn greiðari fyri lesaranum, hvat tað er, sum fer fram. Ása H. Ellefsen týddi.

 

Aðrar viðkomandi bøkur:

Davidson, Susanna, Jødatýningin. Turið Kjølbro týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám (2010)

Davidson, Susanna, Anna Frank. Pauli Hansen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám.

Frank, Anna, Dagbókin. Frida Sofía Johannessen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags (2015)

Morpugo, Micheal, Vinur ella fíggindi. Óli Dahl týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags (1985)

Riordan, James, Sniðskjúttin. Jenny Johannessen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags (2011)

Sepetys, Ruta, Millum gráar skuggar. Bergur Rasmussen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags (2018)

Teller, Janne, Um kríggj var í Norðurlondum. Oddfríður M. Rasmussen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags (2019)

Thor, Annika, Oyggin í havinum. Karl N. Hansen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags (2001)

Thor, Annika, Nykrósutjørn. Karl N. Hansen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags (2002)

Thor, Annika, Havsins dýpi. Karl N. Hansen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags (2002)

Thor, Annika, Opið hav. Karl N. Hansen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags (2003)

Vander Zee, Ruth. Innocenti, Roberto, Søgan hjá Eriku. Gunnar Hoydal týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags (2003)

Bruckner, Karl, Sadako vil liva. Erla Olsen týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags (1986)

Temasíða um Holocaust á heimasíðuni hjá Námi: snar.fo/holocaust

 



Aftur