Bókaárið 2019

2019 var merkt av nógvum spennandi útgávum, bæði upprunaføroyskum og týddum, og fleiri ymiskum bókatiltøkum fyri børn, ung og vaksin. Vit á Bókadeildini takka rithøvundum, týðarum, lesarum, limum og øllum okkara samstarvsfeløgnum fyri eitt fjølbroytt og spennandi ár.

Útgávurnar á forlagnum gjørdust 87 í tali í 2019. Av hesum vóru 8 upprunaføroyskar bøkur. Talan var um 8 smábarnabøkur, 8 myndabøkur, 19 tekstbøkur til smærri og størri børn, 13 ungdómsbøkur, 3 faktabøkur, eina bakibók og 2 ítrívsbøkur. Saman við Námi góvu vit út 24 krabbabøkur og 8 bøkur í nýggju krossfiskarøðini. Bókadeildin gav eisini út 6 bløð av teimum báðum barnabløðunum Píka7 og STROK.

 

Upprunaføroyskar bøkur

Loftar tú mær?

Rakel Helmsdal gav út bókina Loftar tú mær?, sum hon bæði hevur skrivað og myndprýtt. Bókin hevur undirheitið ”Ein blíð søga um deyðan” og snýr seg um, hvussu trý systkin, sum hava mist langommu sína, uppliva sorg. Rakel Helmsdal hevur sniðgivið og evnað til figurar og pallmynd á myndunum.

 

Luddi & Lundisa spegla sær

Vár Berghamar Jacobsen gav út bókina Luddi & Lundisa spegla sær, sum er onnur bókin um tær báðar lundapisurnar, sum búgva í Mykinesi. Hesa ferð síggja lundapisurnar heimin og seg sjálvar speglast í sjónum, og tær fara á sína fyrstu veruligu flogferð. Delia Ciccarelli myndprýddi.

 

112 Fuglafjørður

Elin á Rógvi gav út bókina 112 Fuglafjørður, har vit aftur hitta persónarnar úr bókini Og mamma, sum kom út í 2014. Marjun Reginsdóttir hevur myndprýtt báðar bøkurnar. Bókin snýr seg um hanan Morgunfríða, sum dugir at tosa, og abban, sum aftur hesa ferð fær stórar trupulleikar av tí prátingarsama hananum, sum altíð sigur “og mamma”.

 

Marin fær ein lítlabeiggja, Húsfrúgvin í Húsavík og Løgmansdóttirin á Steig

Ingun Christensen hevur givið út tríggjar bøkur. Marin fær ein lítlabeiggja er onnur bókin um Marina, og hesa ferð snýr søgan seg um nýggja lívið hjá henni sum skúlagenta og stórasystir. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt bókina. Bøkurnar Løgmansdóttirin á Steig og Húsfrúgvin í Húsavík eru til stór børn og ung og komu út í krossfiskarøðini. Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim myndprýddi báðar bøkurnar. Húsfrúgvin í Húsavík snýr seg um Guðruna, sum giftist til Húsavíkar úr Noregi. Hon er øðrvísi, harðrend og spáar í kortum. Ein spennandi søga um kærleika og avbjóðingar, tá tú kemur sum fremmandafuglur á nýtt stað. Í Løgmansdóttrini á Steig vil ein sjórænaraskipari giftast við Elin Katrinu og hóttir við at leggja alla bygdina í oyði, um hann ikki fær sín vilja. Elin Katrina letur seg í mannfólkaklæðir og krógvar seg í eini smáttu í haganum. Skaldsøgurnar byggja á hugflog og sagnartilfar.

 

 

Bókin um teg

Ann-Mari Egholm sniðgav fyrstu upprunaføroysku bókina um barnið, Bókin um teg. Bókin er ætlað foreldrum og avvarðandi at skriva alt um barnið. Í bókini ber til at savna stuttligar og minniligar hendingar og smá gullkorn frá fyrstu árunum. Pláss er at seta myndir inn og at skriva niður ymiskt um barnið, frá føðingini til fyrstu fetini, frá yndissøguni til fyrstu skúladagarnar. Vakurt mátiupphang fylgir við bókini.

 

Mín jólabók

Søgurnar í Míni jólabók 2019 áttu Ingun Christensen, Edvin H. Niclasen, Annika Dalsgaard, Elsa Birgitta P. Petersen, Ingun Danielsen, Jens Pauli Heinesen, Sámal Soll, Rakel Helmsdal, Rigmor Dam, Sonja Schneider og Elsubeth M. Fossádal. Myndirnar áttu Kathrina Skarðsá, Rakel Anthoniussen, Allan K. Davidsen, Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim, Marjun Reginsdóttir, Edward Fuglø, Solveig Hansen, Rakel Helmsdal og Zoe Dickson. Poulina Slættanes og Anne Mette Greve Klemensen týddu søgur. Turið Kjølbro og Beinta Johannesen løgdu til rættis.

 

Árið í stuttum

Krossfiskar

Bókadeildin og Nám fóru undir eina nýggja bókarøð, sum eitur krossfiskar. Hetta eru bøkur, sum eru ætlaðar tí nýggja lesaranum, sum vil royna seg við bókum, sum eru truplari enn krabbabøkurnar. Tær eru ikki lesifrøðiliga viðgjørdar, men merktar við torleikastigi eins og krabbabøkurnar.

 

Virðisløn fyri týðaravirksemi

Bergur Rasmussen, sum í 21 ár hevur týtt bøkur fyri Bókadeildina, fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri sítt týðingarstarv.

 

Í uppskoti til ALMA

Fyri fjórðu ferð bleiv Rakel Helmsdal skotin upp til Astrid Lindgren Memorial Award. ALMA-virðislønin er størsta bókmentavirðislønin fyri barna- og ungdómsbókmentir í heiminum. Tilnevningina hevur hon fingið fyri savnaða ritverk sítt sum rithøvundur, myndprýðari, søguforteljari og lesifremjari.

 

Miljuløtur í uppskoti

Stuttsøgusavnið Miljuløtur, sum Rakel Helmsdal skrivaði og Kathrina Skarðsá myndprýddi, var í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

 

Skaldsøga eftir Rakel Helmsdal týdd til danskt

Ungdómsskaldsøgan Hon, sum róði eftir ælaboganum eftir Rakel Helmsdal kom út í danskari týðing á Forlagnum Torgard. Hugin Eide týddi.

 

Lata STROK og Píka7 ókeypis

Býráðið í Sunda kommunu samtykti, at øll børn í kommununi, sum ganga í fyrsta flokki, skulu fáa Píka7 ókeypis, og at øll børn í fjórða flokki skulu fáa STROK ókeypis.

 

Bókadagar

Á Bókadøgum bleiv ljós varpað á útgávurnar av upprunaføroyskum barna- og ungdómsbókum, sum vóru komnar út í 2019. Danski rithøvundurin Camilla Hübbe, sum skrivaði skaldsøguna Norð, greiddi frá talgildu bókini. Skipað varð eisini fyri skúlatiltaki í sambandi við, at norska røðin SKOMM kom út í føroyskari týðing. Yvir 200 næmingar úr framhaldsdeild og miðnámi, sum høvdu arbeitt við røðini, luttóku á tiltakinum, har týðarin, Silja Aldudóttir, hevði samrøðu við leikritahøvundin og leikstjóran Julie Andem og sjónleikaran Thomas Hayes. Marjun S. Kjelnæs greiddi eisini frá sínum rithøvundavirksemi, og Marna Jacobsen greiddi frá nýggjum ungdómsbókum.

 

Darwin og klukkurnar

Bókadeildin og Tjóðsavnið skipaðu í mars fyri familjutiltaki, har ljós varð varpað á náttúruvísindi og skaldskap. Hetta var í sambandi við, at bøkurnar Klukkudrongurin og Klukkusavnarahandbókin eftir M. G. Leonard og Um upprunan til sløgini eftir Sabinu Radeva komu út. Tórarinn á Rípuni greiddi frá um djór, ið liva og hava livað í Føroyum, Jón Aldará greiddi frá klukkum í Føroyum, Magnus Gaard greiddi frá um lívmenning, og Silja Aldudóttir greiddi frá um Klukkubøkurnar. Síðan var klukkuveiða á savninum. Skúlaflokkar vitjaðu eisini savnið og hoyrdu um bøkurnar, klukkur og djór í Føroyum.

 

Søgur um kríggj

Bókadeildin skipaði í apríl fyri ungdómstiltaki í sambandi við útgávurnar av bókunum Zenobia eftir Morten Dürr og Lars Horneman og Um kríggj var í Norðurlondum eftir Janne Teller. Á skránni vóru bókaprát við Oddfríð Marna Rasmussen og tveir ungar lesarar, Kristianna Poulsen hevði samrøðu við Dejan B. Elek og Jasmin Jovanovic, og politisku ungmannafeløgini kjakaðust um flóttafólk.

 

Bárður Oskarsson týddur til fleiri mál

Stríðið um tað góða grasið eftir Bárð Oskarsson kom út á italskum á forlagnum Errekappa Edizioni, á norskum á forlagnum Orkana, á bulgarskum á forlagnum Damyan Yakov Publishers og á koreanskum á forlagnum Jinsun Publishing Co. Træið kom út á koreanskum, á norskum, á íslendskum á forlagnum Dimma, og á makedonskum á forlagnum PNV Publikacii. Ein hundur, ein ketta og ein mús kom út á koreanskum. Flata kaninin kom út á makedonskum, koreanskum og sponskum á forlagnum Syncretic Press. Wilbert kom út á norskum og koreanskum. Pól, hin kuli giraffurin og Beinið komu út á koreanskum.

 

Flaggsigling

Bókadeildin, Bókaklubbin og Bókamiðsølan luttóku á Flaggsiglingini, sum hátíðarhelt 100 ára dagin hjá Merkinum, og sýndu fram og seldu føroyskar bøkur.

 

Týðarar

Týddu útgávurnar úr farna árinum vórðu týddar úr svenskum, norskum, enskum, donskum og týskum.

Hesi týddu bøkur fyri Bókadeildina í 2019: Pauli Hansen, Marna Jacobsen, Kristianna Poulsen, Jákup Sørensen, Jákup í Skemmuni, Elsa Birgitta P. Petersen, Bergur Rasmussen, Sólrún Michelsen, Sigrið Jógvansdóttir, Ása H. Ellefsen, Silja Aldudóttir, Una Poulsen, Niels Jákup Thomsen, Hjørdis Heindriksdóttir, Jenny Johannessen, Vagnur Streymoy, Josefina Smith, Guðrið Rubeksen, Guðrun Gaard, Jens Petur Gaard, Oddfríður Marni Rasmussen, Lena Jacobsen, Ria Tórgarð, Rannvá Næs Hoydal, Sigurlaug Fossdal, Urd Johannesen, Eyð Steinbjørnsdóttir og Laurina Niclasen.



Aftur