Klukkustríðið at enda komið

So er tríverkið um klukkudrongin og vinir hansara, Bertold og Virginiu, at enda komið. Í triðja parti fara tey at leita eftir Lucretiu Cutter og pápa darkus, sum eru á loyniligari vistfrøðiverkstovu í frumskóginum. Lucretia Cutter ætlar at sleppa óreinskapi leysum í verðini, og tí mugu tey finna ein máta at steðga henni.

Hinar báðar bøkurnar eru: Klukkudrongurin og Klukkudrotningin. Afturat hesum góvu vit bókina Klukkusavnarahandbókin út í ár, sum er handbókini hjá klukkudronginum Darkus.

Klukkustríðið er 288 bls. og heft. Skrivað hevur M. G. Leonard og Jenny Johannessen hevur týtt.



Aftur