Varaprinsessa Andersen

Summum børnum dámar ikki at vera í miðdeplinum, tey trívast best í friði og náðum. Soleiðis hevur Lisa Andersen tað.

Síðsti skúladagur nærkast, og børnini skulu framføra sjónleik, tíbetur er Lisa afturparturin á einum hesti, so har fær hon fjalt seg og skal onki siga.

Men so hendir tað, at Helena, sum skal spæla prinsessa, fær heilsaskjálvta, og nú noyðist Lisa at spæla prinsessa í staðin.

Hvussu hetta endar, kunnu tit lesa um í hesari stuttligu bókini.

Bókin er 170 bls. og innbundin. Torun Lian hevur skrivað, Øyvind Torseter myndprýtt og Jákup Sørensen týtt til føroyskt.



Aftur