Morgunfríði er aftur á fleggj

Elin á Rógvi og Marjun Reginsdóttir hava aftur skapað eina nýggja frásøgu um hanan Morgunfríða.

Abbin gongur framvegis við hesum loynidóminum um hanan, sum hann tosar við, og sum svarar honum aftur!

Ongin má fáa tað at vita!

Nú hava omman og abbin gjørt av at fara í summarhús í Fuglafirði at taka sær av løttum. Tey eru so móð av at ansa børnum alla tíðina, at nú vilja tey hava frið.

Men hvør kemur við? Jú, hygg bara á bls. 9, so sært tú okkurt reytt, sum stingur upp aftanfyri í bilinum.

Og ikki nóg mikið við tí: børnini fylgja eisini við, so hesin túrurin til Fuglafjarðar verður bæði strævin og sera minniligur.

Bókin er 46 bls. og innbundin.



Aftur