Sunda kommuna og børnini

Í Sunda kommunu eru børn heppin, tí har hevur Býráðið samtykt, at øll børn, sum ganga í fyrsta flokk í kommununi, skulu fáa Píka7 ókeypis, og øll børn í fjórða flokki skulu fáa Strok ókeypis.

Hetta verður galdandi framyvir og er ein roynd at fjálga um málmenningina og lesihugin hjá børnunum í Sunda kommunu.

Á henda hátt roynir kommunan at styrkja børnini í sínari kommunu, og tað fegnast vit sjálvsagt um, sum geva bøkur og bløð út til børn.

Bæði Píka7 og Strok eru við til at lata heimin upp fyri børnum. Hetta eru einastu barnabløð á móðurmálinum til okkara børn. Og tí ræður um, at tey fáa høvi at kunna seg um viðurskifti, sum snýr seg um teirra egna lív og umhvørvi.



Aftur