Bergur og bøkurnar

Á Bókadeild Føroya Lærarafelags eru vit sera fegin um tíðindini, at Bergur Rasmussen, lærari, hevur fingið Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri sítt týðingarstarv.

Vit kenna Berg væl her á Bókadeildini, vit vita, at tað eru trý viðurskifti, sum hava stóran týdning fyri hann: Liverpool (fótbóltsfelagið sjálvandi), Beatles og bøkur.

Hóast tað kunnu vera deildar meiningar um tey bæði fyrstu, so eru vit á Bókadeildini ikki í iva um, at bøkurnar eru alt avgerandi fyri eitt og hvørt menniskja, og tí eru vit sera takksom fyri, at Bergur hevur sæð tað sum sína stóru uppgávu at týða bøkur fyri okkum.

Fyrstu ferð, Bergur var biðin um at týða fyri okkum, var í 1998, tá kom ungdómsbókin Á motorsúkklu á nátt eftir Ragnar Hovland út, og síðan hevur hann verið fastur týðari hjá okkum.

Tað er ógjørligt at siga, hvussu nógvar bøkur eru týddar av hansara hondum, men tær munnu tátta væl upp ímóti hundrað. Fert tú í leititeigin á heimasíðu okkara www.bfl.fo, so kemur navn hansara fram í 78 førum!

Og tað eru ikki hissini bøkur heldur: Tsatsiki-røðin, Herviligi Henry, Krýnikurnar úr døkkari fortíð, Harry Potter og Artemis Fowl, bara fyri at nevna nakrar úr rúgvini.

Bergur er lesandi maður, hann gongur høgt upp í at kunna seg um bøkur, serliga til ung, so hann veit, hvørji rák eru ráðandi í ungdómsbókmentum, og hann hevur greiða fatan av, hvat hann heldur vera góðar bókmentir.

Ímillum allar hesar týðingaruppgávur hevur Bergur eisini skrivað eina barnabók, sum er verd at nevna, tað er Sigursteinurin, sum kom út í 2008 og er um gentuna Erlu og vætturin Sópikinn.

Ein nútímans søga, ið byggir á gomlu søgnina um sigursteinin hjá ravninum.

Í 21 ár hevur Bergur starvast fyri okkum sum týðari, og tað eru vit takksom fyri. Hjartaliga til lukku við heiðrinum, Bergur!



Aftur