Toni Morrison skrivaði eisini barnabøkur

Herfyri fór amerikanski rithøvundin, Toni Morrison, foldum frá.

Fleiri okkara kenna hennara bøkur, td. Beloved, The Bluest Eye og Song of Solomon.

Men tey fægstu vita kanska, at hon og sonurin Slade eisini skrivaðu myndabøkur.

Í myndabókunum er skrivistílurin líkur skrivistílinum, hon brúkar í sínum bókum til vaksin, eitt sindur av magiskari realismu, tær eru sera poetiskar.

Fyrsta bókin The Big Box, er um tey trý, Patty, Mickey og Liza Sue, sum ikki hóska til karmarnar, sum vaksin seta fyri børn, og tí verða tey læst inni í boksum við lási á. Tey vaksnu koma við góðgæti og øðrum, sum børnum vanlgia dámar, men tað einasta, tey vilja hava, er frælsi.

Bókin The Book of Mean People er um ein kanin, sum fortelur um ónd folk. Td. at omman biðir hana seta seg niður, og abbin samstundis biðir hana reisa seg upp. Hon er skrivað í einum skemtingarsamum tóna, og børn elska bókina, ímeðan vaksin siga, at hetta er ein bók, sum fær børn at skikka sær illa.

Who´s got game? The Ant of the Grasshopper? er skrivað sum ein grafisk skaldsøga og er ein av fáblunum hjá Æsop um grashoppuna og meyruna. Men í mun til klassiska fáblin halda Toni og Slade Morrison, at grashoppan eigur meira rós uppiborið enn meyran. Á tann hátt fáa tey fram eina atfinning av materialismu og leggja dent á týdningin av list í staðin.

Peeny Butter Fudge er um gentuna Nana, sum er einsamøll heima. Mamman gevur henni greið boð um, hvat hon skal gera og eta, og Nana fylgir boðunum til eitt vist, men leggur okkurt stuttligt inn í staðin.

Seinasta myndabókin Please, Louise er um eina gentu, sum ræðist alt. Hon hugsar um, hvat man fjala seg aftan fyri træið, heldur, at skrímls liva í ruskplássum og heldur, at tóma húsið hjá grannanum er fult av spøkilsum. Men so fer Louise at lesa bøkur á bókasavninum, og spakuliga ræðist hon minni og minni.

(Kelda: bookriot.com. 17.08.2019)



Aftur