Hjartastormur

Bókin er onnur eftir Annette Herzog. Hin fyrra Pssst! kom út í apríl í ár.

Bókin er í tveimum pørtum. Hjartastormur er skrivað við eygunum á gentuni, ímeðan Stormhjarta er skrivað úr eygunum á dreinginum.

Hetta er um tvey ungfólk, sum bæði stríðast við sínar kenslur, eri eg forelskað/ur ella eri eg ikki.

Hetta er um tíðina, tá bara ein pirra á pannuni kann oyðileggja tær dagin ella lívið, um tú vilt.

Katrine Clante hevur myndprýtt partin um gentuna, ímeðan Rasmus Bregnhøi hevur myndprýtt partin um dreingin.

Myndirnar fáa bókina at líkjast einari teknirøð og gera hana spennandi at lesa og uppliva.

Bókin er 128 bls. heft við klaffum. Guðrið Rubeksen hevur týtt til føroyskt.



Aftur