Skúlabyrjan

Tvær nýggjar bøkur til børnini, sum nú skjótt skulu í fyrsta flokk, eru komnar í bókhandlarnar.

Higartil eru fimm bøkur gjørdar tilsamans.

Hesar báðar eru at læra klokkuna og at læra at rokna pluss og minus.

Í bókini eru nógvar stuttligar uppgávur, klistrimerki og annað spennandi, sum helst fær tann spenta komandi skúlanæmingin at sita í frið leingi.

Klokkan er 18 bls. og Pluss og minus er 26 bls. Báðar eru heftar. Kristianna Poulsen hevur týtt til føroyskt.



Aftur