Luddi og Lundisa endurprentað

Myndabókin um tær báðar lundapisurnar Ludda og Lundisu kom út í 2018 og varð útseld eftir fáum mánaðum.

Nú er hon prentað upp aftur og fæst aftur til keyps.

Tað er Vár Berghamar Jacobsen, sum hevur skrivað søguna, og italski myndprýðarin Delia Ciccarelli hevur myndprýtt.

Vár hevur eisini spælt leik fyri børnum um tær báðar lundapisurnar, og hon hevur ferðast runt alt Føroyar at vísa hann fram.

Beint sum fyrsta bók var komin út, fór Vár undir at gera næstu bók, og nú er teksturin klárur og myndirnar teknaðar, so børn og barnsligar sálir kunnu gleða seg til aðru bókina um lundarnar, sum væntandi verður at fáa í august mánaði.

Á Bókadeildini hildu vit, at vit máttu prenta fyrstu bókina upp aftur, so báðar bøkurnar verða at fáa.

Søgan er um tvær fittar lundapisur, sum búgva í Mykinesi.

Ein morgunin stinga tær høvdið úr holuni og síggja, hvussu heimurin letur seg upp fyri teimum.



Aftur