Plastrusk í sjónum

Bókaframløga av bókini Plastruskið í sjónum.

Tiltakið er fyri stór og smá, og tað er partur av "Ein dagur á grynnuni"

Johannis Danielsen, Ph.D., lívfrøðingur og granskari, greiðir frá ymiskum sløgum av plastruski og ávirkanina, sum hon hevur á umhvørvi og djóralív í sjónum við dømum úr bókini. Framløgan vendir sær til børn og vaksin.

Bókin verður til sølu fyri serligan útgávuprís.

PLASTRUSKIÐ Í SJÓNUM
Norski rithøvundurin Kirsti Blom og lívfrøðingurin Geir Wing Gabrielsen hava skrivað bókina. Bókin lýsir plastdálking í sjónum á ein greiðan hátt og við nógvum myndum. Bókin vendir sær til børn, men vaksin fáa eisini nógv burtur úr at lesa bókina. Bókin lýsir havhestin sum dømi um eitt djór, ið ávirkast sera nógv av plastdálkingini í sjónum. Hon lýsir ymisk sløg av plasti, hvar plastdálkingin er, og hvussu hon ávirkar sjógvin og heimin annars.

Guðrun Gaard og Jens Petur Gaard týddu bókina úr norskum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út.



Aftur