Hundatúrurin

Ein myndabók við stórum arkabroti, har tann vaksni og barnið kunnu brúka nógva tíð at granska alt, sum fer fram í býnum og uttanfyri býin.

Hugsa tær at sleppa ein túr við stóra hundinum hjá ommu?

Bara ein lítlan túr út at pissa.

Tú mást ikki fara ov langt, og minst til ikki at vera ov leingi burtur!

Hvussu leingi man tað vera? Tað er ikki gott at vita.

Og hvør er tað, sum í veruleikanum gongur túr við hvørjum?

Sven Nordqvist hevur myndprýtt. Bókin er innbundin og 28 bls.



Aftur