Darvin og klukkurnar

Familjutiltak

 

Ein øðrvísi savnsvitjan við skaldskapi og náttúruvísindum

Leygardagin 16. mars kl. 14 á Tjóðsavninum

 

Tjóðsavnið og Bókadeild Føroya Lærarafelags bjóða á eina øðrvísi og spennandi savnsvitjan við skaldskapi og náttúruvísindum.

 

Nýggja, tillagaða barnaútgávan av "Um upprunan til sløgini" eftir Charles Darwin verður løgd fram. Sabina Radeva endursegði og myndprýddi, og Guðrun Gaard og Jens Petur Gaard hava týtt bókina til føroyskt. Magnus Gaard, lívfrøðingur, greiðir frá bókini.

Tórarinn á Rípuni, savnslærari á Tjóðsavninum, sigur frá djórasløgum í Føroyum, sum broytast, tillagast ella eru útdeyð.

Tú kanst hoyra um spennandi Klukku-skaldsøgurøðina og “Klukkusavnarahandbókina” eftir M. G. Leonard, sum Jenny Johannesen hevur týtt úr enskum. Silja Aldudóttir, ritstjóri á Bókadeildini, greiðir frá.

Jón Aldará, lívfrøðingur, sigur frá klukkum í Føroyum og klukkuinnsavningini hjá Tjóðsavninum.

Børnini sleppa eisini at royna seg sum klukkuserfrøðingar á klukkuveiðu.

 

Bøkurnar verða allar til sølu fyri serprís á tiltakinum.



Aftur