Klukkudrotningin

Annar partur av spennandi bókarøðini um klukkurnar, sum hava fingið menniskjaligar eginleikar.

Tann óndi klukkusniðgevin, Lucretia Cutter, hevur sloppið sínum gulu mariuhønunjósnarum leysum – og hon hevur eina lúnska ætlan. Tá ið Darkus, Virginia og Bertolt fáa enn fleiri prógv um, hvat hon hevur í kvittanum, eru tey púra avgjørd – hon má steðgast!

Men tey trý vinfólkini eru í trupulleikum. Pápi Darkus hevur bannað teimum at gera fleiri kanningar – og teir ótespiligu svindlararnir, Humphrey og Pickering, eru slopnir úr aftur fongslinum. Nú liggur alt á Novak, dóttur Lucretiu, men klukkudrotningin er altíð eitt fet frammanfyri …

M.G.leonard hevur skrivað. Jenny Johannessen hevur týtt úr enskum. Bókin er 320 bls. og heft.

 



Aftur