Í rósunnar miðju

Martin Widmark, sum vit kenna frá bókarøðini um teir báðar detektivarnar Lassa og Maiu, hevur skrivað eina krimi/teknirøð um ein drong, sum hevur mist mammu sína.

Mamma Stefan hevur tikið seg av døgum, men okkurt er, sum Stefan ikki fær at passsa, og tí setir hann sær fyri at fara at kanna hetta.

Knappliga finnur Stefan eini gátufør boð inni í einari tekning av einari rósu, og so fer hann at fylgja sporunum, sum leiða til eitt mál um eina fyritøku, sum ikki hevur havt reint mjøl í posanum, og sum mamman hevur verið um at avdúkað.

Bókin er ein spennandi blanding av skaldsøgu og teknirøð. Ola Skogäng hevur teknað, Vagnur Streymoy hevur týtt. Bókin er innbundin og 130 bls.



Aftur