Lítli Virgar hjálpir einum eina og aleina storki

Lille Virgil var fyrsta bók, sum Ole Lund Kirkegaard gav út í 1967. Bøkurnar hjá Ole Lund Kirkegaard eru langt síðan vorðnar klassikarar, og nú hevur kendi danski myndprýðarin Rasmus Bregnhøi gjørt nýggjar myndir til søguna um Lítla Virgar, sum hann eitur á føroyskum. Hetta er fyrra av tveimum bókum um Virgar.

Søgan um storkin er tann, at storkurin er fluttur upp á tekjuna hjá keypmanninum, og har má hann ikki vera, tí vandi er fyri, at skorsteinurin dettur av.

Tí mugu Virgar, Karl Emil og Oskar royna at finna storkinum ein maka fyri kanska at fáa hann at flyta av tekjuni og saman við makanum.

Bókin er innbundin og 32 bls. Pauli Nielsen týddi úr donskum.



Aftur