Bókaárið 2018

Eitt fjølbroytt og litfagurt kaleidoskop av bókum og hendingum kemur til sjóndar, tá vit á Bókadeildini hyggja at útgávuárinum 2018, sum júst er farið framvið.

 

Útgávurnar á forlagnum vórðu tilsamans 84 í tali. Av teimum vóru sjey upprunaføroyskar útgávur, umframt at 6 av teimum 28 krabbabókunum, sum komu út, vóru upprunaføroyskar. Talan var um 12 smábarnabøkur, 14 myndabøkur, 20 tekstbøkur til smærri og størri børn og 8 ungdómsbøkur umframt Mína jólabók og Barnasangbók Føroya, sum vit góvu út í samstarvi í Mentamálaráðið.

 

Barnabókmentirnar eru ein virkin og livandi partur av føroyska bókmentastovninum. Vit gleðast um at kunna vera ein partur av hesum saman við øllum teimum dugnaligu liðunum í maskinarínum, sum bókaútgáva er, við rithøvundum, myndprýðarum, týðarum, rættlesarum, grafikarum, prentarum, bókhandlum, bókasøvnum, bókagoymslu- og flutningi, ummælarum, granskarum og undirvísarum. Mest umráðandi liðurin er tó lesarin.

 

Í 2018 vísti kanningin av lesivanum hjá børnum, at føroysk børn lesa ógvuliga lítið. Hetta var ein neyðug kanning, sum skjalprógvaði støðuna, sum hon er í dag, og úrslitini krevja, at ítøkilig og miðvís átøk verða sett í verk. Vit taka sjálvsagt okkara leiklut í størsta álvara, tá tað snýr seg um at venda gongdini. Tað fer tó at krevja vilja og áræði tvørtur um allar partar av samfelagnum. Bókadeildin varpaði á Bókadøgum 2018 ljós á málmenning og lesivanar við fyrilestrinum Millum lesivanar og lesigleði. Lesivanakanningin og teir 20 min., sum Lydia Didriksen og Sissal M. Rasmussen hildu við støði í lesivanakanningini.

 

Ein stórhending

2018 bleiv árið, tá ið ein føroyingur á fyrsta sinni vann Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hetta var av sonnum ein stórhending fyri høvundin og listamannin Bárð Oskarsson, fyri føroyskar barnabókmentir og fyri okkum sum forlag. Grundgevingin hjá dómsnevndini ljóðaði soleiðis:

 

I en tid hvor alting synes at skulle op i tempo, har vi valgt at belønne en fortælling, som tør tage sin tid. I en virkelighed, hvor vi hele tiden bliver bombarderet med indtryk, har vi valgt et værk, som bruger få ord og enkle billeder til at præsentere en både morsom og dybsindig fortælling. Værket udmærker sig både ved et højt kunstnerisk niveau og ved en stor tillid til læserens evne til at undres og tænke selv. To venners passiar efterlader spørgsmålet om, hvorvidt det går an at stille sig tilfreds med andres erfaringer, eller om man måske er nødt til at risikere noget, for at få stillet sin nysgerrighed over, hvad der er uden for vores horisont. Med små detaljer og nuancer formår Bárður Oskarsson med sin billedbog Træið at skabe en sjældent fornøjelig læseoplevelse for både store og små og får derfor dette års pris.

 

Træið hevur eisini fingið Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins og White Raven-heiður í 2018. Í 2018 er bókin m.a. komin út í Bretlandi og Slovenia. Í undanfarna árinum kom Wilbert út á týskum, og Flata kaninin kom út í Ungarn. Bøkurnar hava allar vakt ans, men nú er hesin ansur vaksandi, og áhugin sæst úr øllum pørtum av heiminum.

 

Og annað stjørnudust

  • Rakel Helmsdal varð í 2018 fyri triðju ferð tilnevnd til eina av heimsins størstu barnabókmentavirðislønum fyri ritverk sítt, ALMA-prísin (Astrid Lindgren Memorial Award). Hon er einasti føroyingur, sum hevur verið í uppskoti til hesa virðisløn. 2. apríl verður vinnarin kunngjørdur á bókamessu í Bologna.

 

  • Kunngjørt varð, at víðagitna London Symphony Orchestra fer at framføra tónleikaævintýrið Veiða vind 27. januar og 4. mars. Rakel Helmsdal hevur skrivað, Janus á Húsagarði hevur myndprýtt, og Kári Bæk hevur gjørt tónleikin.

 

  • Hon sum róði eftir ælaboganum eftir Rakel Helmsdal kom út í norskari týðing á forlagnum Orkana við heitinum Hun som rodde mot regnbuen.

 

  • Bókadeildin gav í samstarvi við Mentamálaráðið út Barnasangbók Føroya. Hon hevur 114 sangir á ymsum torleikastigum, og sangirnir eru bæði gamlir og nýggir. 11 føroysk myndlistafólk hava myndprýtt bókina, og nótar eru til allar sangirnar. Barnasangbók Føroya er ætlað børnum 0-7 ár, og hon verður latin í vøggugávu til øll børn.

 

  • Stuttsøgusavnið Skuggamyndir eftir Ingun Christensen kom út í svenskari týðing á forlagnum Fri Press. Á svenskum hevur bókin heitið Skuggbilder, og tað er Joakim Lilljegren, sum hevur týtt hana til svenskt.

 

  • Áh Óh eftir Jenny Kjærbo kemur út á jiddiskum og enskum í USA í 2019.

 

  • Vár Berghamar Jacobsen fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs 2018.

 

  • BankNordik og Smyril Line skrivaðu undir endurnýggjaða samstarvsavtalu við Bókaklubban, soleiðis at Bókaklubbalimir í Danmark kunnu halda fram at vera limir uttan at gjalda eykakostnað fyri flutningin. Limatalið í Danmark fór í ár væl upp um 100 limir.

 

  • Í sambandi við, at 2018 var kosið málmenningarár av Mentamálaráðnum valdu fleiri kommunur at stuðla upp undir lesingina hjá børnum við at lata teimum árshald av blaðnum Píka7, sum er ætlað teimu elstu barnagarðsbørnunum og skúlabørnum til áleið 3. flokk. Sørvágs kommuna læt elsta bólki í dagstovninum Alvalon og næmingunum í 1.-3. flokki eitt árshald av Píka7. Vága kommuna læt somuleiðis elstu barnagarðsbørnunum og næmingunum í 1.-3. flokki eitt árshald av Píka7. Sunda kommuna læt øllum næmingum í 1. flokki eitt árshald av Píka7 og øllum næmingum í 4. flokki eitt árshald av STROK.

 

  • Útgávutalið av Píka7 hækkaði úr 4 upp í 6 bløð um árið. STROK kemur somuleiðis út 6 ferðir um árið.

 

Krabbarnir 10 ár

Bókadeildin og NÁM góvu í felag út seks upprunaføroyskar krabbabøkur í sambandi við, at krabbabøkurnar fyltu 10 ár í 2018. Krabbarok – útgávutiltak og hátíðarhald – var í Rit&Rák, har Elin á Rógvi prátaði við høvundarnar.

 

  • Faktabókin Veður eftir Hanus Kjølbro greiðir frá føroyskum veðurfyribrigdum við myndum og grafikki eftir Sonju Kjølbro. Bókin er bláur krabbi (5. torleikastig)

 

  • Beinta Johannesen hevur skrivað faktabøkurnar Mítt kelidýr - hundur og Mítt kelidýr – ketta við hentum upplýsingum og vegleiðingum um djór. Bøkurnar eru reyðir krabbar (3. torleikastig)

 

  • Lydia Didriksen hevur skrivað tvær søgur. Mina - hvør eri eg?, sum Edward Fuglø hevur myndprýtt, snýr seg um hønuna Minu, sum vit eisini hitta í Mina og Svarti og Mina. Mina heldur, at hon er eitt lamb, men hini djórini eru ikki heilt samd. Bókin Eg vil heim snýr seg um Pól, sum gistir hjá ommuni og abbanum, men leingist heim. Trina Gaard hevur myndprýtt bókina, og hon er ein gulur krabbi (1. torleikastig)

 

  • Ingun Christensen hevur skrivað bókina Katrin í Toftum, sum endursigur søgnina um Katrina í Toftum úr Hósvík frá seinast í 18. øld. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt. Katrin finnur eitt vakurt band í haganum og tekur tað við sær heim. Um kvøldið stendur ein huldumaður knappliga framman fyri henni og sigur, at tað var hansara band, hon tók. Men hon kann ikki bara lata tað aftur, bandið knýtir tey saman. Bókin er ein grønur krabbi (6. torleikastig)

 

Upprunaføroyskar útgávur

Millum høvundarnar og myndprýðararnar eru roynd fólk, sum vit kenna væl úr barnabókaheiminum, sum Rakel Helmsdal og Edward Fuglø. Men eisini nýggir myndprýðarar og høvundar hava sett dám á árið. Vár Berghamar Jacobsen gav fyrstu bók sína út, Luddi og Lundisa, sum italski myndprýðarin Delia Ciccarelli hevur myndprýtt. Heiðrikur av Heygum og Napoleon Smith myndprýddu ávikavist Eg eri ein prinsessa eftir Elina á Rógvi og Haruungan Nelus eftir Jógvan Edmund í Geilini.

 

- Rakel Helmsdal gav í heyst út bókina Miljuløtur, sum er eitt myndprýtt stuttsøgusavn til børn við myndum eftir Kathrinu Skarðsá. Søgurnar snúgva seg um gentuna Milju, sum bæði er púra vanlig, men eisini hevur eitt heilt serligt hugflog og ein serligan hugaheim. Tað gerandisliga møtir tí gandakenda og yvirnáttúrliga í søgunum. Myndirnar eru bæði myrkar og fjálgar og raka soleiðis beint í kjarnan í søguheiminum.

 

- Ingun Christensen hevur útgivið tvær bøkur í ár. Onnur teirra, Marin og Hjartavætturin, er ein samtíðarlig og stuttlig søga um eina smágentu. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt bókina við litføgrum, bleytum og fangandi myndum. Bókin lýsir skundmikla gerandisdagin hjá einari familju, har bæði foreldrini arbeiða nógv. Marin hevði ynskt, at foreldrini høvdu betri tíð. Men nógv gott kemur eisini burtur úr støðuni, tí Marin hevur eina kula daddu, eina blíða og tolna langommu, sum altíð hevur góða tíð, og ein hjartavættur. (Um Katrin í Toftum sí krabbarnir 10 ár)

 

- Eg eri ein prinsessa er ein long myndabók eftir Elina á Rógvi, sum setur hugflog og ævintýr í nýtt ljós og skapar eina skemtiliga frásøgn við høgari ferð, sum bæði børn og vaksin kunnu njóta. Hetta er fyrsta barnabók, sum Heiðrikur á Heygum hevur myndprýtt.

 

- Smábarnabókin Luddi & Lundisa eftir Vár Berghamar Jacobsen og Deliu Ciccarelli sigur søguna um tvær lundapisur, sum vakna og síggja verðina. Bókin hevur vakrar og yndisligar myndir, og søgan verður søgd við frásøgugleði, rími og ramsum.

 

- Áh Óh - Mánin er ein smábarnabók um tvær lundapisur, sum Jenny Kjærbo hevur skrivað og myndprýtt. Bókin snýr seg um lundapisurnar Stóru og lítlu, sum spæla í fjøruni. Knappliga er okkurt stórt og gult har. Stóra veit væl, hvat hetta er – tað er mánin. Og hann flýgur av stað við lítlu. Bókin spælir á skemtiligan hátt við gloppini millum tekstin og myndirnar.

 

Haruungin Nelus er ein myndabók, sum Jógvan Edmund í Geilini hevur skrivað, og Napoleon Smith hevur myndprýtt. Nelus er ein fittur og forvitin haruungi, sum býr í Svínoy. Tá kavin kemur, verður hann so spentur og spælir og spælir. Knappliga fer hann fúkandi á einari fjøl og kemur illa fyri. Tíbetur finna tvey børn Nelus, og hann endar í einari dukkusong.

 

Julia og omman er myndabók eftir Elsubeth Fossádal. Edward Fuglø hevur myndprýtt bókina. Julia skal gista hjá ommuni, og tað er so hugnaligt. Men um kvøldið fer hon at stúra, tí hon brúkar blæu. Men omman veit eini góð ráð.

 

 

Týddar útgávur

Týddu útgávurnar úr farna árinum vórðu týddar úr svenskum, norskum, enskum, donskum og íslendskum.

 

Smábarnabøkur

 

Bebbi er illur og Bebbi mussar eftir Mervi Lindman.

 

Finn dunnuna eftir Felicity Brooks og Stephen Cartwright.

 

BANG eftir Leo Timmers.

 

Traktorurin hjá Flekki eftir Eric Hill.

 

Lóa leitar eftir Búa í viðarlundini og Lóa leitar eftir Búa heim eftir Nosy Crow og Gerry Turley.

 

Ert tú har, lítli fílur? og Ert tú har, lítli revur? eftir Sam Taplin og Emily Dove.

 

Mumidalsvinir og Mumidalsvinir á sandinum eftir Tove Jansson.

 

 

Myndabøkur

 

Kennir tú Pippi Langsokk? eftir Astrid Lindgren (uppafturprentað) (Turið Sigurðardóttir týddi úr svenskum)

 

Søgur um náttina eftir Kitty Crowther (Sólrún Michelsen týddi úr svenskum)

 

Jóna fer eftir sokkum og Jóna krógvar seg eftir Evu Eriksson og Lisu Moroni (Kristianna Poulsen týddi úr svenskum)

 

Søgusavn eftir Jan Lööf (Pauli Nielsen týddi úr svenskum)

 

Ótrúligt djóraatlas eftir Anne McRai og Alexander Vidal (Guðrun Gaard og Jens Petur Gaard týddu úr enskum)

 

Far úr hasum krananum, Bartal!! eftir Tjibbe Veldkamp og Alice Hoogstad (Silja Aldudóttir týddi úr enskum)

 

Sutturnar hjá Valdimari og Ertrarnar hjá Valdimari eftir Mariu Jønsson (Niels Jákup Thomsen týddi úr svenskum)

 

Mín Clementine eftir Roberto Innocenti (Niels Jákup Thomsen týddi úr enskum)

 

Tá ið Findus lítli hvarv eftir Sven Nordqvist (Niels Jákup Thomsen týddi úr svenskum)

 

Dunnuungin Pu eftir Jógvan Edmund á Geilini (uppafturprentað)

 

Barnabøkur

 

Træhúsið í 26 hæddum eftir Andy Griffiths og Terry Denton (Vagnur Streymoy týddi úr enskum)

 

Heimsins vandamiklasta harkalið eftir Arne Svingen og Idu Larmo (Vagnur Streymoy týddi úr enskum)

 

Tey leita eftir Benny og Frikadellukríggið. Vit í 3.A eftir Gunvor Reynberg og Niels Roland (Elsa Birgitta P. Petersen týddi úr donskum)

 

Skrímslið í sirkusi eftir Mats Stranberg og Sofiu Falkenhem (Sigrið Jógvansdóttir Hansen týddi úr svenskum)

 

Orbulatornjósnarin. William Wenton 3 eftir Bobbie Peers (Elsa Birgitta P. Petersen týddi úr donskum)

 

Góðanáttsøgur til rebelskar gentur eftir Elena Favilli og Francesca Cavallo (Marna Jacobsen týddi úr enskum)

 

Brøðurnir Leyvuhjarta og Ronja Ránsmansdóttir eftir Astrid Lindgren (Elin Súsanna Jacobsen týddi úr svenskum)

 

PAX – Marran og Dreygurin eftir Åsu Larsson, Ingela Korsell og Henrik Jonsson (Súsanna Berg týddi úr svenskum)

 

Kepler62: Ferðin, Slóðarar, Virus og Loyndarmálið eftir Timo Parvela, Bjørn Sortland og Pasi Pitkänen (Jákup Sørensen týddi úr norskum)

 

Harry Potter og vitramannasteinurin og Harry Potter og kamarið við loynidómum eftir J.K. Rowling (uppafturprentaðar) (Gunnar Hoydal týddi)

 

Ungdómsbøkur:

 

Bókin um dust. La belle Sauvage eftir Philip Pullman (Vagnur Streymoy týddi úr enskum)

 

Millum gráar skuggar eftir Ruta Sepetys (Bergur Rasmussen týddi úr enskum)

 

Einki samband eftir Arnar Már Arngrímsson (Laurina Niclasen týddi úr íslendskum)

 

Drongurin í stríputum náttklæðum eftir John Boyne og Oliver Jeffers (Ása Ellefsen týddi úr enskum)

 

Billie – tú ert tann besta eftir Saru Kadefors (Guðrið Rubeksen týddi úr svenskum)

 

So vøkur tú ert eftir Brynjulf Jung Tjønn (Heðin M. Klein týddi úr norskum)

 

Harry Potter og bannsetta barnið eftir J.K. Rowling, John Tiffany og Jack Thorne (Bergur Rasmussen týddi úr enskum)

 

Klukkudrongurin eftir M.G. Leonard (Jenny Johannessen týddi úr enskum)

 

 

 

 

 

 

 

 



Aftur