Mín Clementine

Ein myndabók um eitt skip, bygt í tríatiárunum og ferðum tess um verðina bæði í friðartíðum og í krígstíðum.

Hetta er ein sjáldsama vøkur myndabók, sum heimskendi Roberto Innocenti hevur myndprýtt.

Umframt frásøguna hjá skiparanum, sum er góður við sína Clementine, so endar bókin við korti av ferðunum hjá Clementine og hvønn farm, hon hevur ført við sær.

Eisini er nágreinilig lýsing av skipinum innan og uttan.

Bókin er 40 bls., innbundin við leysari kápu. Niels Jákyp Thomsen týddi.



Aftur