Nú nærkast

Nú nærkast 1. desember, og jólabókin liggur klár í bókahandlum runt landið og er send út á skúlar til øll skúlabørnini, sum vilja sleppa at lesa jólasøgur fram til jólaaftan.

Ein søga, eitt ítriv ella ein yrking fyri hvønn dagin. Fjúrtan høvundar og átta myndprýðarar fara at ríka okkum dagarnar fram til jóla.

Bókin er 88 bls. og innbundin. Ditte Mathilda Joensen eigur fotomyndirnar í bókini, og Kathrina Skarðsá hevur gjørt permuna.

 



Aftur