Billie

Onnur bókin um gentuna Billie eftir rithøvundan Sara Kadefors.

Billie býr hjá fosturforeldrum í Búkróki. Hon er so ógvuliga øðrvísi enn hini ungu í býnum, og tí er tað eitt sindur løgið knappliga at verða kend og væl dámd í býnum.

Billie hevur fingið nógv góð ummæli, td. sigur eitt ummæli í Gøteborg-Posten: At kenna Billie er undurfult. og við henni hevur Sara Kadefors skapað enn eina unga kvinnumynd, sum vendir hugtøkunum á høvdið.

Fyrra bókin um Bille kom út í 2017. Annars eiga vit eina bók aftrat eftir Saru Kadefors á føroyskum: Sandor/Ida.

Bókin er 168 bls. heft við klaffum. Guðrið Rubeksen hevur týtt úr svenskum.



Aftur