Pax liðugt á hesum sinni

Samstarvið millum tey trý, Åsa Larsson, Ingela Korsell og Henrik Jonsson er av, tí pax-røðin er komin at enda.

Tíggjunda bókin, Dreygurin, er júst komin í bókahandlarnar.

Ruðuleikin í Mariefred er ómetaligur. Teir báðir beiggjarnir, Alvi og Viggo, skulu flyta út Mariefred, frá fostuforeldrunum, og svarta heksin er um at bróta seg inn í bókasavnið og taka valdið á býnum.

Kunnu beiggjarnir gera nakað fyri at bjarga Mariefred og verðini? Tað kunnu teir kanska, men onkur má gjalda ein prís.

Bókin er heft og 268 bls. Súsanna Berg hevur týtt úr svenskum.



Aftur