Marin og Hjartavætturin

Marin hevur eina fitta mammu og ein fittan pápa, men tey arbeiða so nógv og hava ikki nóg nógva tíð til Marina, heldur Marin.

Nokkso ofta heintar Randi hana í barnagarðinum og fylgir henni heim. Randi er kul við lilla hári, tatovering og nasaringi. Og hon er eisini fitt og skilir Marina, tá hon ikki er í góðum lag, og so kann hon finna upp á nógv sovorðið stuttligt.

Í barnagarðinum spælir Marin við vinkonuna Amaliu. Viðhvørt fara tær at skeldast, men tær verða góðar aftur.

Marin eigur eisini eina langommu, sum hevur tíð at lurta eftir henni. Frá langommuni fær Marin eina dukku, sum hon kallar hjartavættur. Og tá ið Amalia fær ein hundahvølp, sleppur Marin at eiga ein part í hundinum, Star, hjá langommuni.

Ingun Christensen hevur skrivað hesa søguna um gerandisdagin hjá Marini. Kathrina Skarðsá hevur teknað myndirnar, sum geva frásøguni eina eyka vídd og fáa fram, hvussu gerandisdagurin sær út hjá nógvum børnum.

Bókin er innbundin og 56 bls. Hon hóskar væl til børn millum 5 og átta ár.



Aftur