Mina Reinert

Mina Reinert er farin foldum frá.

Hon var trúgv at skriva søgur í jólabókina, serliga um teir báðar vinmenninar Polla og Kristian. Alskurin til ríðing skein týðiliga ígjøgnum, og tey, sum kendu Minu, vistu, at har var hennara umhvørvi.

Fyrsta søga hennara, Skurðviðgerin, stóð í Míni jólabók 2004 og seinasta, Titti, stendur í jólabókini 2018.

Mina var sørvingur, fór á studentaskúla og síðan at útbúgva seg í máli. Hon búði í Norðadali og starvaðist í mong ár á Føroya Handilsskúla og fór seinni at útbúgva seg í søgu á setrinum, sum hon síðan fór at undirvísa í.

Sum so mong onnur listafólk skrivaði Mina í frítíðini, og hon fekk nógv á skafti. Hon skrivaði útvarpsleikir, sjónleikir, stuttsøgur og yrkingar, har fleiri teirra vóru útgivnar í Brá, Birting og Følv. Hon var fyrsta føroyska kvinna at geva út krimiskaldsøgu: Duldar leiðir, sum kom út í 1996, og Vágamentan, sum var um, hvørja ávirkan enska hersetingin hevði á Vágar, hon kom út í 2015. Fyri Bókadeildina skrivaði hon jólasøgur í fjúrtan ár, frá 2004 til 2018.

Á Bókadeildini minnast vit Minu við takksemi.



Aftur