Barnabókastuðul til útisetar

BankNordik, Smyril Line og Bókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags hava undirskrivað nýggja samstarvsavtalu, sum tryggjar føroyskum útisetabørnum í Danmark atgongd til føroyskar bøkur uttan at gjalda fyri flutningin. Samstarvsavtalan merkir, at útisetar í Danmark kunnu vera limir í Bókaklubbanum fyri sama kostnað sum limir í Føroyum.

Samstarvsavtalan varð fyrstu ferð undirskrivað í 2016. Tá vóru flutningsgjøldini fyri bókapakkar til Danmarkar vorðin so dýr, at limir viðhvørt skuldu gjalda meira fyri flutningin enn fyri bókina. BankNordik og Smyril Line valdu tá at stuðla Bókaklubbanum og rinda fyri flutningin av barna- og ungdómsbókum til limir í Danmark. Síðani sáttmálin kom í lag, er talið av limum í Bókaklubbanum í Danmark hækkað støðugt, og í dag eru áleið 120 limir í Danmark.

Í BankNordik eru tey fegin um samstarvið við Bókadeild Føroya Lærarafelags. “Vit síggja, at okkara stuðul hevur verið viðvirkandi til at fáa føroyskar bøkur út til uppaftur fleiri  føroysk útisetabørn í Danmark, og tað er sera gleðiligt. Vit vita, at tað stimbrar málmenningina hjá børnum at lesa bøkur, og tí hevur tað so stóran týdning, at føroysk børn, sum búgva í Danmark, fáa atgongd til bøkur á føroyskum máli. Sum høvuðsstuðul eru vit fegin um at kunnna virka fyri betri umstøðum fyri málmenning hjá føroyskum útisetabørnum,“ sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.

Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags, fegnast um, at vinnan velur at stuðla føroyskum lesitilfari til børn. “Tá vit í dag vita, at føroysk børn lesa alt ov lítið, hevur tað stóran týdning, at vit eru fleiri, sum standa saman um at venda gongdini. Atgongdin til føroyskt lesitilfar er ein avgerandi liður í hesum, og tí hevur henda avtalan ómetaliga stóran týdning,” sigur Niels Jákup Thomsen.

Limir í Bókaklubbanum fáa bøkur sendandi heim við postinum átta ferðir um árið, og bøkurnar eru altíð bíligari enn í handlunum.



Aftur