Klukkudrongur

Bókadeildin er farin undir at geva tríverkið út um klukkudrongin Darkus Cuttle. Darkus er trettan ára gamal, og ein dagin er pápi hansara horvin. Nú byrjar ein spennandi leiting eftir pápanum, har Darkus verður hjálptur av nøkrum so sjáldsamum sum klukkum!

Darkus er fluttur til pápabeiggjan at búgva og skal í nýggjan skúla. Har hittir hann tvey børn, sum saman við klukkunum, gerast bestu vinir hansara:

Ein høg genta, ið æt Virginia Wallace, varð útnevnd at taka sær av honum. Hárið var greitt aftur í átta toppar, hvør við sínum fagurlitta elastikki. Hon hugdi hálvfirtin upp og niður eftir honum, og tað var eyðsæð, at tað, hon sá, ikki bergtók hana. Undir liðini á henni sat ein lítil drongur, ið var so bleikur, at hann sá sjúkur út. Hann hevði ovurstórar brillur, og hvíta hárið stóð í andarisi. Tá ið Darkus setti seg við tóma pultin aftan fyri tey, stakk drongurin hondina út og tók í hondina á Darkus.

”Hey. Eg eiti Bertolt Roberts.”

Bøkurnar um klukkudrongin gjørdust bestseljarar í fleiri londum og eru týddar til fleiri enn tretivu mál. Nú verður arbeitt við at gera bøkurnar til eina sjónvarpsrøð, so lesarar kunnu gleða seg.

M.G.Leonard hevur skrivað, Jenny Johannessen hevur týtt. Bókin er 308 bl.s og heft.



Aftur