Frikadellukríggið

Nú kemur longu annar partur um tey bæði Foxy og Mikkjal, sum ganga í 3. A.

Fyrra bókin var Tey leita eftir Benny, og í hesari leitar Foxy eftir einum máta, so hon kann hevna seg inn á Wilhelm, sum hevur skotið eina frikadellu í hárið á Foxy.

Hetta er krígsavbjóðing, og Mikkjal noyðist at hjálpa til. Saman fara tey at njósnast eftir Wilhelmi, men koma fram á eitt loyndarmál, sum ger, at tað kanska ikki er so stuttligt at hevna seg kortini.

Bókin er full av skemtiligum myndum, sum Niels Roland hevur teknað. Gunvor Reynberg hevur skrivað; hon er av føroyskari ætt, sum navnið ber brá av.

Elsa Birgitta P. Petersen hevur týtt. Bókin er heft og 136 bls.



Aftur