Julia og omman

Bókadeildin hevur givið fjórðu bókina út eftir Elsubeth M. Fossádal, sum Edward Fuglø hevur myndprýtt.

Elsubeth er lækni av yrki og skrivar bøkur, sum nerta við heilsu. Hetta eru ikki faktabøkur, men stuttligar myndabøkur.

Nógv børn kenna kanska Elsubeth frá bókadøgunum í Norðurlandahúsinum ella mentanardøgunum í Havn, har hon hevur savnað eina rúgvu av børnum rundan um seg, sum koma við bamsum sínum, sum treingja til eitt plástur ella at verða kannað av lækna.

Hendan bók, sum nú kemur út, er Julia og omman, og er um Juliu, sum er eitt sindur illa við av, at hon pissar í song. Men tað skal hon als ikki vera, heldur omman.

Juliu dámar at vitja ommuna og abban í teimum gulu húsunum í viðarlundini. Í dag fáa tey ræstan fisk til døgurða, og tað dámar Juliu, og kanska serliga tí, at tá fer abbin at baka pannukøkur at hava omaná.

Bókin er innbundin og 25 bls.



Aftur