Ikki døma bókina eftir permuni

Countrysangarinnan, Dolly Parton, er annað enn bara sangarinna. Hon hevur eisini sett á stovn eitt bókasavn, sum kallast Dolly Parton´s Imagination Library.

Arbeiðið byrjaði í 1995. Ætlanin var at børn millum 0 og 5 ár í heimstaði hennara Sevier County í Tennessee skuldu fáa eina bók sum gávu. Síðan er hetta vorðið nógv meira umfatandi, og nú kunnu børn í øllum USA, Kanada, Onglandi og Avstralia fáa ókeypis bøkur.

Dolly Parton vaks upp í einum heimi, har ongar bøkur vóru uttan Bíblian. Pápi hennara dugdi hvørki at lesa ella skriva, men tað fekk bara hana til at fáa enn størri alsk til bøkur.

 

Tá ið eg vaks upp millum fjøllini í eystur Tennessee, visti eg, at mínir dreymar fóru at ganga út. Eg veit, at børn eru rundan um teg, sum hava sínar dreymar. Tey droyma um at gerast læknar, uppfinnarar ella prestar. Hvør veit, kanska er ein lítil genta teirra millum, sum droymir um at gerast rithøvundur og sangari.

Fræini til slíkar dreymar eru ofta at finna í bókum, og fræini, sum tú sáar í tínari bygd, kunnu spreiða seg um alla verðina.

 

Dolly Parton hevur fingið eyknevnið the book lady á hátíðarhaldi í Library of Congress, av tí at hon nú hevur latið teimum 100 milliónir bøkur at geva børnum.

Eg væntaði aldrin, at eg fór at verða nevnd bókakvinnan, segði hon skemtandi á hátíðarhaldinum. Smurda kvinnan, ja, yvirógvisliga kvinnan.

Har sært tú, tú skalt ikki døma bókina eftir permuni.

 

Dolly Parton gav sjálv barnabók út í 2016. Tað var bókin Coat of Many Colors, sum er myndabók grundað á væl kenda sang hennara, sum kom út á plátu í 1971.

 



Aftur