Ferdinand sum filmur

Klassiska søgan um tarvin Ferdinand, sum ikki vildi berjast, men heldur kenna angan av blómum, er nú gjørdur til film enn eina ferð. Leikstjóri er Carlos Saldanah. Filmurin er 1 tíma og 49 minuttir og til teirra, ið hava hug, kunnu vit siga, at hann gongur í Havnar Bio í løtuni. Gamli filmurin frá 1938 vardi bara 8 minuttir, men vann ein Oscar. Í sambandi við nýggja filmin fara vit at endurprenta barnabókaminnið hjá Eileri Fagraklett, har hann skrivar um sína yndisbarnabók:

Eiler Fagraklett: Eg vil heldur lukta blómurnar

“The Story of Ferdinand” er barnabók, ið Munro Leaf skrivaði í 1936. Bókin er prýdd við tekningum eftir Robert Lawson. Pasifistiska barnabókin var í longri tíð bannað í fleiri londum. Eitt nú í Spania, har borgarakríggj herjaði. Í Týsklandi kravdi Hitler, at øll eintøk av bókini vóru brend, meðan Mahatma Gandhi segði bókina vera sína yndis. Disney framleiddi kendan teknifilm í 1938, ið bygdi á søguna og myndirnar í bókini.

Eins og mong onnur havi eg eisini upplivað barndómsgleðina, ið kemst av, at foreldur geva sær tíð til at lesa góða nátt søgur, áðrenn barnið leggur seg. Hesar løtur eru mær dýrabarar og standa sera sterkt í mínum barndómsminni. Minnið um tryggleikan, hugnan og kærleikan, ein kennur, tá foreldur geva sær stundir til at lesa søgu fyri barninum. Í felag ferðast vit inn í ein annan heim, har hugflogið má nýtast og veruliga royna síni mørk. Samstundis kann barnið eisini læra ymiskt um lívið, um heimin kring seg og ikki minst um seg sjálvt.

Áðrenn bókaklubburin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags varð settur á stovn í 1986, og eg gjørdist limur frá fyrsta degi, var eg fyrst limur í Anders Ands Bogklub. Har fekk eg við jøvnum millumbili barnabøkur, ið bygdu á teknifilmar hjá Disney, sendandi úr Danmark. Ein av hesum mongu bókum var Tyren Ferdinand, ið kom út á donskum í 1983.

Søgan stendur sterkt í mínum minni. Hetta er av somu orsøk ein av mínum yndis barnabókum. Mamma og babba hava mangan verið noydd at lesa hana umaftur og umaftur við mín songarstokk miðskeiðis í áttatiárinum.

Bókin snýr seg um spanska kálvin Ferdinand, sum í mun til allar hinar javngomlu kálvarnar, ikki tímir at berjast, larma og vísa sína kropsliga styrki. Ferdinand vil heldur hava frið at sita undir sínum yndistræi, har hann kann lukta vøkru blómurnar, ið vaksa har.  Mamma Ferdinand er bangin um, at hann ikki er heilt eins og hinir kálvarnir. Men hon letur hann tó fáa frið, tí hann hevur tað jú best, tá ið hann sleppur at lukta blómurnar.

Tá Ferdinand og hansara javnaldrar gjerast vaksnir tarvar, koma menn til bóndagarðin at vitja. Mennirnir leita eftir stórum og sterkum tarvum. Hesir skulu nýtast til tarvafikting. Av tí, at Ferdinand nú er størsti og sterkasti tarvurin á garðinum, verður hann valdur og sendur til Madrid at luttaka í tarvadysti. Men Ferdinand hevur ongan áhuga í at berjast við nakran. Í staðin fyri at lata seg øsa av tarvafiktarunum og bjóða teimum av í ringum, setur hann seg heldur at lukta tær mongu vøkru blómurnar, ið áskoðararnir kasta niður á vøllin fyri at heiðra tarvafiktarunum.

Tá fólk hava staðfest, at Ferdinand ikki kann nýtast til tarvafikting, verður hann sendur heim aftur til garðin.

Og um hann enn er til, so situr hann uttan iva framvegis undir sínum yndis træi og luktar vøkru blómurnar.

Sum 4-5 ára gamal visti eg sjálvandi ikki, hví eg var so drigin at bókini. Tað er tó munandi lættari at skilja hví í dag. Sum ein skapandi, samkyndur drongur var eg, eins og Ferdinand, ikki heilt sum hinir javnaldrarnir. Eg tímdi ei heldur at berjast, beistast, larma, dálka meg og vísa mína kropsligu styrki. Heldur ikki um eg var bæði størst og sterkast millum mínar javnaldrar. Mær dámdi nógv betur at spæla friðaliga fyri meg sjálvan.

Hinir dreingirnir høvdu onnur áhugamál enn eg. Teir vóru líkaglaðir við tí, sum eg metti vera spennandi og áhugavert at takast við. Teimum dámdi best at bróta og oyðileggja tað mesta, teir fingu hendurnar á. Hetta skilti eg als ikki. Eg skilti heldur ikki, hví hesum somu dreingjum dámdi so væl at hyggja at filmum, har stásilig hús, bilar og aðrir vakrir lutir, vórðu sprongdir í luftina. Hví ynskti nakar at oyðileggja slíkan vakurleika?

Eg vildi heldur skapa vakurleika við mínum hondum og mínum hugflogi. Mær dámdi tí best at tekna, mála, uppfinna, skriva, framføra, dansa, gera mótashow, spæla handil og sniðgeva, meðan hinir dreingirnir heldur vildu kríggjast, berjast og niðurbróta.

Eins og Ferdinand kundi eg tí sum smádrongur lættliga hvørva inn í mín egna skapandi heim, har vakurleikan altíð ráddi, og alt fekk frið at vera fagurt. Ein vakurleiki, sum er at finna alla staðni kring okkum øll. Eisini sum vaksin. Vit skulu bara hyggja ella lukta nóg væl og nóg leingi.

Eins og Ferdinand.



Aftur