Bogforum 2017

Bókamiðsølan er á Bogforum í bási nummar C4 – 0004

 

Í døgunum 10 – 12 november er Bókamiðsølan niðri á Bogforum fyri at gera vart við bøkur, ið eru givnar út í 2017. Har verður høvi at ogna sær bøkur fyri serprís, og eisini verður kunnað um bókaklubbarnar hjá Bókadeildini og Sprotanum.

Bókaklubbalimir í Danmark hava fingið atgongumerki sendandi – og kunnu fáa fleiri, um tey venda sær til umboð fyri BMS og senda teldupost til: bfl@bfl.fo

Øll børn, sum vitja básin, fáa eina lítla jólagávu frá Bókaklubbanum, og so vitjar okkara kendasti myndabókahøvundur: Bárður Oskarsson BOGFORUM og verður á básinum leygardagin og sunnudagin millum kl. 14 og  16, har hann fer at signera bøkur hjá sær og tekna fyri børnunum.

Vælkomin at vitja okkum í Bogforum 2017 og fáa eitt gott prát um bøkur!



Aftur