Bókadeildin er við

Á Bókadeildini fegnast vit sjálvsagt eisini um tíðindini í morgun um, at Norðurlandaráðið fer at seta enn fleiri pengar av til, at bøkurnar, sum vinna norðurlendska prísin, kunnu verða týddar til øll norðurlendsk mál.

Rigmor Dam, mentamálaráðharri, er glað um avgerðina, tí nú kunnu vit í Føroyum eisini lesa hesar bøkurnar á okkara egna máli.

Á Bókadeildini hava vit gjørt eitt sindur av muni.

Síðan prísurin varð settur á stovn í 2013, hava vit týtt tvær vinnarabøkur (Brúni og Drápsmansapan), tvær nomineraðar bøkur (Sunnudagur og Tey, sum ikki eru til) og arbeiða í løtuni við at týða eina vinnarabók (Sølvasaga unglings) og eina nomineraða bók (Hjertestorm-Stormhjerte) til føroyskt.

Hetta eru bøkur úr Noregi, Svøríki, Danmark og Íslandi.

Sjálvt um vit fegnast um, at størri ansur verður á vinnarabøkurnar, so meta vit, at tað millum bøkurnar í uppskoti saktans kunnu vera sera væl skrivaðar bøkur. Her hugsa vit eisini um okkara egnu bøkur:

2013

Skriva í sandin – Marjun Kjelnæs (týdd til danskt, norskt og íslendskt)

2014

Flata kaninin – Bárður Oskarsson (týdd til danskt, norskt, svenskt, íslendskt, týskt, enskt, kekkiskt, bulgarskt og slovenskt)

2015

Og mamma! – Elin á Rógvi

2016

Stríðið um tað góða grasið – Bárður Oskarsson (týdd til danskt)

2017

Hon, sum róði eftir ælaboganum – Rakel Helmsdal

 

 



Aftur