Lundapisur farnar til Kili

Smábarnabókin, Áh Óh eftir Jenny Kjærbo, kom út í 2015. Hon kom samstundis út á donskum, og nú hevur annað forlag keypt rættindini til bókina.

Tað er kilska forlagið Edebé, sum er farið undir at fyrireika útgávu av bókini.

Søgan er um eina lundapisu, sum verður sett at ansa eftir einum eggi. Men lundapisan er ill, tí hon skilir ikki, hví hetta eggið hevur so stóran týdning.

Hon sparkar eggið, og tað fer á rull, men tíbetur hendir onki álvarsligt, tí knappliga fær eggið eygu!

Jenny Kjærbo arbeiðir í løtuni við næstu bók í røðini um lundapisurnar, og tað gleða vit okkum til.



Aftur