Bárður og Wilbert

Myndabókin Wilbert kom út í 2016, og rættindini vórðu beinanvegin seld Kanada/Norðuramerika, Danmark og Bretlandi.

Hon fekk eisini White Raven merkið frá Internationale Jugendbibliothek í München í 2016.

Nú er bókin so komin út í Kanada á Owlkids Books, sama forlagi, sum eisini gav Fløtu kaninina út. Á enskum eitur hon Where are you Wilbert? og tað er Marita Thomsen, sum hevur týtt.

So ikki kann sigast annað enn, at bøkurnar hjá Bárði ganga um allan heim.



Aftur