Ulf Stark farin

Í nátt doyði svenski rithøvundurin Ulf Stark.

Bøkurnar hjá Ulf Stark eru væl kendur hjá okkum.

 

1995 Lati hvítabjarnirnar dansa

1996 Stóribeiggin

1998 Systir mín er ein eingil

1999 Gandaskógvarnir hjá vini mínum Percy

2001 Dárar og deydur

2004 Vinur mín sjeikurin í Stureby

2006 Vinur mín Percy, Buffalo Bill og eg

2015 Lítil og sterkur

 

Ulf Stark var føddur í 1944 og vaks upp í Stureby, sunnan fyri Stockholm.

Bókmentaliga frambrotið byrjaði av álvara, tá ið hann gav bókina Dárar og deydur út í 1984.

Bøkurnar um Ulf og vinmannin Percy er ein øðrvísi háttur at skriva ævisøgu og byggir á egna lív hansarar. Ulf Stark hevur fingið nógvar prísir fyri bøkur sínar.

Í samband við at Bókadeild Føroya lærarafelags fylti 50 ár í 2006, var Ulf Stark á vitjan, og fólkaskúlanæmingar høvdu høvi at hitta hann í Norðurlandahúsinum, har hann greiddi frá og svaraði spurningum um skaldskap sín.

Ulf gjørdist sjúkur av krabbameini fyri tveimum mánaðum síðan og doyði í heiminum við familjuni rundan um seg.

Seinast fólk á Bókadeildini upplivdu Ulf Stark var á barnabókaráðsevnu í Stavanger í februar í ár, har vit sluppu at uppliva hann á palli, og tað dugdi hann altíð væl.

 

https://youtu.be/TfA65t-O8u0



Aftur