Bøkur fremja ov lítla javnstøðu

Í øðrum londum rundan um okkum hava tey hirðskøld. Millum annað hirðskøld, sum skulu kasta ljós á barnabókmentir fyri at fáa børn at lesa meira.

Nýggjasta hirðskald í Bretlandi er júst nú valt og gjørdist enski rithøvundurin Lauren Child.

Stutt eftir at hon var útnevnd, gjørdi hon greitt, at barnabøkur skapa ikki nóg stóra javnstøðu millum dreingir og gentur.

”Dreingjum dámar ikki at lesa bøkur, sum hava gentu sum høvuðspersón, og tað ger tað truplari fyri gentur at gerast javnsettar,” sigur Lauren Child. Gentur harafturímóti hava einki ímóti at lesa um dreingir. Sølutøl vísa eisini, at bøkur við dreingjum sum høvuðspersóni selja betur enn tær við gentum.

Lauren Child skilir ikki, at foreldur kunnu spyrja hana, um hon skrivar bøkur fyri dreingir; bøkur eru fyri børn, heldur hon.

Ein annar trupulleiki er, at vit alt ov sjáldan síggja asiatisk børn og svørt børn á permum á myndabókum, tað ger, at tey eisini hava truplari við at verða javnsett.

Lauren Child hevur eina ættleidda gentu úr Mongolia, og dóttirin hevur trupult við at síggja nakra gentu, sum líkist sær í bókum, filmi og sjónvarpi. Genturnar eru flest allar hvítar og ljóshærdar.

Lauren hevur nógv upp á hjarta, umframt at børn eiga at verða javnsett, so hugsar hon um støðuna hjá bókasøvnum, sum bara gerst verri og verri. Tað hevur við sær, at børn, hvørs foreldur ikki hava ráð at keypa bøkur, ikki sleppa at lesa líka nógv sum onnur børn, har foreldrini hava ráð at keypa bøkur.



Aftur