Fyrstu føroysku barnabøkurnar á enskum

Herfyri skrivaði eitt enskt forlag undir sáttmála at geva allar bøkurnar hjá Bárði Oskarsson út.

Hetta er fyrstu ferð, at ein føroysk barnabók kemur út á enskum.

Og hetta er ikki smávegis, tá hugsað verður um, at einans 4% av bókum, sum koma út Onglandi, eru týddar úr øðrum máli.

Bøkurnar hjá Bárði eru longu týddar til fleiri mál, tær eru komnar út í Danmark, Noregi, Íslandi, Frankaríki,Týsklandi, Kekkia, Kanada, Bulgaria, Slovenia og Svøríki.



Aftur