Jól á Hogwarts

Á Hogwarts halda tey eisini jól. Hetta eru bestu jólini hjá Harry Potter, har hann kennir, at onkur eru, sum eru góð við hann.

Nú upp undir jól er gott høvi at endurlesa bøkurnar um Harry Potter. Kanska serliga tær báður fyrstu: Harry Potter og vitramannasteinurin og Harry Potter og kamarið við loynidómum, sum komu út í 2015 og 2016. Hetta eru bøkur í stórum arkabroti við fantastiskum myndum eftir Jim Kay.

 

Vit hava valt nøkur brot um jólahald hjá Harry Potter:

 

Um kvøldið jólaaftan fór Harry í song og gleddi seg til næsta dag, hugnan og tann góða matin. Nakra gávu væntaði hann sær ikki. Men tá ið hann vaknaði, var tað fyrsta, hann bar eyga við, eitt lítil rúgva av gávum á fótalagnum.

“Gleðilig jól,” segði Ron svøvntungur, tá Harry leyp av songini og læt seg í náttfrakkan.

“Somuleiðis,” segði Harry. “Hevur tú sæð? Eg havi fingið gávur!”

 

(Harry Potter og vitramannasteinurin)

 

 

Harry legði kápuna frá sær og tók seðilin. Skrivað við klønum, buktaðum stavum í skrift, hann ongantíð fyrr hevði sæð, stóðu hesi orð at lesa:

 

Pápi tín gav mær hesa kápuna í varðveitslu, áðrenn hann doyði.

Tíðin er komin at bera tær hana aftur.

Far væl um hana.

Við bestu ynskjum um eini gleðilig jól.

 

(Harry Potter og vitramannasteinurin)

 

 

“Hygga síggj - Harry hevur eisini fingið eina Weasley troyggju!”

Fred og George vóru í bláum troyggjum, onnur við einum stórum, gulum F og hin við einum stórum, gulum G.

“Troyggjan hjá Harry er betri slag enn okkara,” segði Fred og helt troyggjuni framman fyri sær. “Hon ger meira burturúr, tá ið tað ikki er til síni egnu.”

                      “Hví ert tú ikki í tínari, Ron?” spurdi George. “Kom nú, far í hana, tær hjá mammu eru altíð mjúkar og heitar.”

 

(Harry Potter og vitramannasteinurin)

 

 

Ongantíð í øllum sínum lívi hevði Harry fingið so góðan jóladøgurða. Hundrað stórar, stoktar kalkunir, fjøll við stoktum og kókaðum eplum, trog við bønum í smøri, silvurføt við tjúkkari sós og tranaberum - og rúgvur av gandakinesarum eftir øllum borðinum. Hesir kinesararnir vóru nakað heilt annað enn teir veiku dukkufretarnir, sum Vernon gubbi plagdi at keypa, við smáum plastlutum ella pappírshattum innií. Harry og Fred hálaðu í hvør sín enda á einum gandakinesara, og tá ið hann brast, var tað sum ein kanón. Roykurin legðist sum eitt blátt skýggj, og út úr skýnum kom hatturin hjá einum flotaovasta og fleiri livandi, hvítar mýs.

 

(Harry Potter og vitramannasteinurin)

 

 

Stóra Høll var sum ein dreymur. Har vóru ikki bara eini tólv jólatrø við skyggjandi frosti á og tjúkkum bondum við kristtyrnum og mistilteinum, ið umskaraðust allan vegin undir loftinum. Har var eisini gandakavi, sum kom spakuliga niður úr erva, heitur og turrur. Dumbledore skipaði sínar yndissangir, og Hagrid sang harðari og harðari fyri hvørt bikarið av eggjasnapsi, hann stoytti í seg.

 

(Harry Potter og kamarið við loynidómum)

 

 

Tvær vikur fyri jólafrítíðina lætti knappliga fyri ský, ein blindandi hvítur himmal kom undan, og ein morgunin lógu teir skitnu vøllirnir undir í glitrandi frosti. Innanfyri á borgini var jólastákan í luftini. Flitwick professari, lærarin í rúnum, hevði longu pyntað skúlastovuna hjá sær við skínandi ljósum, sum vístu seg at vera livandi, flagsandi dísar.

 

(Harry Potter og fangin í Azkaban)

 

 

„Ein jólagáva í góðari tíð, ger so væl, Harry,“ segði hann.

Fred tók okkurt út undan skikkjuni og legði tað við einum vøkrum handarbragdi á eitt borð. Tað var eitt stórt, fýrakantað, ógvuliga gamalt pergament við ongum á. Harry helt tað vera okkurt skemt hjá Fred og George og hugdi niður í tað.

 

(Harry Potter og fangin í Azkaban)

 

 

Hogsmeade líktist einum jólakorti. Tær smáu strátaktu smátturnar og handlarnir lógu undir dýnum av kava. Pyntaðar granngreinar vóru settar á hurðarnar, og gandað kertuljós hingu í trøunum.

 

(Harry Potter og fangin í Azkaban)

 

 

Dobby gav nú Harry eina lítla gávu, sum vísti seg at vera – hosur.

                      „Dobby hevur sjálvur bundið tær, harri!“ segði álvurin glaður. „Hann keypir tógv av lønini, harri!“

                      Vinstra hosan var reyð, og mynstrið í henni var av kustum; høgra hosan var grøn, og mynstrið í henni var av kippum.

 

(Harry Potter og eldbikarið)

 

Harry kom í góðari tíð í Nýtslurúmið til tann seinasta VD fundin fyri frítíðina, og tað gjørdist hann rættiliga glaður um. Tá ið kyndlarnir kyknaðu, sá hann, at Dobby av sínum eintingum hevði pyntað hølið til jóla. Hann visti, at tað var álvurin, tí eingin annar hevði funnið uppá at hongt gyltar jólakúlur við mynd av Harry og tekstinum „GLEÐILIG JÓL OG EITT AV HARRY SIGNAÐ NÝGGJÁR!“ í hundraðtali niður úr loftinum.

 

(Harry Potter og Føniksfylkingin)

 

 

Gleðin hjá Siriusi um at hava fult hús av gestum, og serliga at hava Harry aftur hjá sær, smittaði. Hann var ikki longur tann gronuti verturin, hann hevði verið í summar; nú tóktist hann avgjørdur um, at øll skuldu hugna sær óført. Tað skuldi vera hugnaligari, enn tað hevði verðið í Hogwarts, og hann arbeiddi ótroyttiligur fyri at fáa alt klárt jólaaftan. Hann vaskaði og pyntaði, og tey hjálptu honum, so tá ið tey fóru í song jólaaftan, vóru húsini næstan ikki at kenna aftur. Óblonku ljósakrúnurnar vóru ikki longur pyntaðar við lokkanótum, men við kransum av kristtyrnum og gull- og silvurbondum; gandakavi lá og glitraði í fonnum á gólvteppunum; eitt stórt jólatræ, sum Mundungus var komin við og hevði pyntað við livandi álvafljóðum, stóð soleiðis, at einki sást til ættartræið hjá Siriusi, og sjálvt útstappaðu álvaheysarnir fram við vegginum í gongini vóru latnir í nissuhúgvur og høvdu fingið skegg.

 

(Harry Potter og Føniksfylkingin)

 

 

Weasley fólkini sótu saman við gestum sínum í stovuni, ið Ginny hevði prýtt so ógvusliga, at tað var sum at sita í eini sprongdari pappírssølu. Fred, George, Harry og Ron vóru tó teir einastu, sum vistu, at eingilin ovast í jólatrænum í veruleikanum var ein urtagarðsdvørgur, sum hevði bitið Fred í økulin, tá ið hann heintaði gularøtur til jóladøgurðan. Dvørgurin varð lammaður, málaður gyltur, stappaður í ein lítlan kjóla, og so fekk hann veingir límaðar aftan bak, og stóð nú á sínum heldur lodnu fótum og gløddi úr stóra, skalluta eplaskapaða høvdinum at teimum øllum; jú, hetta var sanniliga ljótasti eingilin, Harry nakrantíð hevði sæð.

 

(Harry Potter og Hálvblóðsprinsurin)

 

 

Her var kavin niðurtraðkaður. Hann var harður og hálur, tí nógv fólk høvdu gingið her allan dagin. Bygdarfólk gingu aftur og fram upplýst av gøtulyktunum. Tey hoyrdu látur og popptónleik úr vertshúsinum, tá ið hurðin gekk; og so hoyrdu tey jólasálmar innan úr kirkjuni.

 „Harry, eg haldi, tað er jólaaftan!“ segði Hermione.

 

(Harry Potter og arvalutir Deyðans)

 

 



Aftur