Fyrstu bøkurnar til klubbalimir í Danmark

Føroysk børn í Danmark hava sjálvandi fingið klubbabøkur í nógv ár, men tær hava verið sera kostnaðarmiklar at senda. Nú hevur Bókadeildin gjørt avtalu við Bank Nordik og Smyril Line, sum tryggjar, at klubbalimir í Danmark fáa munandi bíligari bøkur, enn tey hava fingið fyrr. Stuðulin frá teimum tryggjar, at bókaklubbalimir fáa bøkur sendandi fyri sama prís sum hjá klubbalimum í Føroyum.

Bókadeildin hevur gjørt tvey átøk fyri at fáa nýggjar limir. Í sambandi við bókamessuna í Forum í Keypmannahavn varð skipað fyri samkomu í Føroyahúsinum, har foreldur og ommur og abbar kundu koma at hoyra um fyrimunir við at gerast limur í bókaklubbanum. Somuleiðis hevur Bókadeildin fingið fleiri nýggjar limir, tá ið Bókadagarnir vóru í Norðurlandahúsinum herfyri.

Seinasta umfar av bókum fer nú til klubbalimir í Føroyum, og fyrsti platturin fer nú niður við Norrønu í dag. Klubbalimirnir kunnu gleða seg at fáa Heima hjá okkum, sum er bók til tey allarminstu, Søguskrínið hjá Flekki, sum er til tey 2-4 ára gomlu, Álv Ákason og vinir hansara, sum eru fittar søgur til tey 5-8 ára gomlu, tvær bøkur, Gasturin og Nykurin, í Pax-røðini til tey 9-13 ára gomlu. Tey ungu fáa nú seinasta part av tríverkinum Half Bad, sum eitur Half Lost- Tað vilsta í mær.

Til ber hjá øllum at fara inn á heimasíðuna hjá bókaklubbanum at tekna seg sum klubbalim og kunna seg um bøkurnar nú og komandi.

www.bokaklubbin.fo

 



Aftur