Tveir rithøvundar vitja

Í sambandi við Bókadagarnar leygardagin og sunnudagin í Norðurlandahúsinum fær Bókadeild Føroya Lærarafelags vitjan av tveimum norðurlendskum rithøvundum, annar úr Svøríki og hin úr Finnlandi.

Úr Svøríki kemur Jakob Wegelius, sum gav sína fyrstu bók út í 1994. Hon æt Spionerna i Oreborg.

Í 2008 gav hann út bókina Ótrúliga søgan hjá Sally Jones, og sama ár fekk hann Marie Gripe prísin og Augustprísin, tvær virðislønir, sum eru høgt í metum í Svøríki.

Í 2014 gav hann bókina Drápsmansapan út og fekk sama ár Augustprísin fyri hana. Árið eftir fekk hann Norðurlendska barna- og ungdómsbókmentavirðislønina fyri bókina.

Báðar bøkurnar komu út á føroyskum í ár. Jakob Wegelius myndprýðir sjálvur, og Ása H. Ellefsen týddi til føroyskt.

Jakob Wegelius fer at vitja á skúlanum á Giljanesi fríggjamorgunin, har børn hava høvi at lurta eftir honum og at spyrja hann spurningar úr bókunum. Leygardagin kl. 17 verður hann at hoyra í Norðurlandahúsinum, har tosað verður við hann og Salla Simukka um bókmentir teirra.

  

Úr Finnlandi kemur Salla Simukka at vitja. Hon byrjaði fyrst at skriva stuttsøgur, og tær fyrstu komu út í 2002.

Í 2013-14 kom tað sera væl dámda tríverkið Snjóhvíta út. Hon fekk bæði Finnlandsprísin og Topeliusprísin í 2013. Tríverkið er selt í 52 londum, og áhugi er í Hollywood fyri at gera tað til film.

Bøkurnar So reyð sum blóð, So hvít sum snjó og So svørt sum íbinviður komu út á føroyskum í 2015-16. Jón Joensen hevur týtt til føroyskt.

Salla Simukka verður at hoyra í Norðurlandahúsinum leygardagin kl. 17 saman við Jakob Wegelius, og mánamorgunin hava næmingar í framhaldsdeild, sum hava lisið bøkurnar,  høvi at hitta hana í Norðurlandahúsinum.

 

 



Aftur