Rasmus Tøppur er 65 ár

 

Í gjár fylti Rasmus Tøppur 65 ár!

Rasmus Tøppur varð føddur 17. november 1951 í einari strípu í Berlingske Aftenavis. Fýra ár seinni er hann í 120 bløðum í 21 londum. Longu í 1952 kemur hann út sum bók, og samlaða upplagið verður hildið at vera meira enn 120 milliónir, sum sigur so mikið, at hann liggur á umleið sama útgávutali sum H. C. Andersen, Karen Blixen og Søren Kierkegaard.

Í dag er Rasmus Tøppur eitt sera nógv avhildið brand, hann finst sum appur, sum univers í Tivoli, sum matstova í Japan, webhandil, hann er á facebook og á instagram og verður skjótt sjónvarpsrøð.

Vit hava ikki átt Rasmus Tøpp so leingi á føroyskum. Vit hava fylgst við honum og fylgi hansara síðan 1986 umborð á góða skipinum Mary, sum tey sjálvi hava smíðað.

Fyrsta heftið, sum kom út, var Rasmus Tøppur byggir skip. Smiðirnir eru Rasmus, Pingo, Pelli, Svína-Jógvan, Fíli, Hopp-Hanus, ja, sjálvt Skjaldbøkan hjálpir eitt sindur til. Og til allarseinast kemur Skeggi við hondum í lumma og við pípu í munninum, (sum nú er tikin frá honum). Hann skoðar verkið og letur væl at.

Níggju hefti tilsamans  komu út frá 1986-1989. Tey, ið skrivaðu og teknaðu søgurnar, vóru Carla og Vilhelm Hansen, og Pauli og sonurin Ólavur Nielsen týddu til føroyskt.

So var steðgur, til seks pixibøkur komu út í 2012. Tær týddu Marna Jacobsen, Niels Jákup Thomsen og Turið Kjølbro. Bøkurnar eru framvegis at fáa til keyps, og Rasmus er framvegis byggimeistari av Guds náði. Í einari pixibók smíðar hann fuglahús, og honum so líkt endar tað ongantíð, sum hann hevði væntað, men altíð betur, men pannukøkurnar fækkast, tí nú hava konurnar so nógv um at vera og eru farnar út at arbeiða.

 



Aftur